Starvsnevndin umskipað

11. februar 2021

Herfyri var hálvárligi aðalfundurin hjá EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Bert tvey føst evni eru á vár-aðalfundinum; framløga av roknskapi og val av grannskoðara.

Nevndin legði fram ársroknskap fyri 2020, sum vísti eitt gott rakstrarúrslit og góða fíggjarstøðu. Ársroknskapurin varð einmælt góðkendur av aðalfundinum. 

Á aðalfundinum boðaði Eyðstein Zachariasen, sum higartil hevur verið varaformaður í felagnum frá, at hann tekur seg úr nevndini. Í nevndina í hansara stað kemur Ólavur Høghamar Ejdesgaard, sum er fyrstvaldi tiltakslimur.

Orsøkin til hetta skiftið er, at Eyðstein á kommunuvalinum í november varð valdur í býráðið í Sunda kommunu, har hann millum annað er varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini. Fyri at einki ivamál skal vera um gegnið hjá Eyðsteini, hevur hann altso valt at fara úr starvsnevndini hjá EB/Streymi. Eyðstein hevur tó lovað okkum, at hann er fúsur at hjálpa um felagið heitur á hann í sambandi við tiltøk og annað.

Vit fara hervið at nýta høvið at takka Eyðstein fyri tað stóra arbeiðið hann hevur gjørt fyri felagið hesa lutfalsliga stuttu tíðina hann hevur verið nevndarlimur.


Seinastu tíðindi

Áskoðaraviðurskifti í Hólmanum - korona-tilmæli 2021
05.03.2021
Árni heldur eisini fram
23.02.2021
Starvsnevndin umskipað
11.02.2021
Ári Arge til EB/Streym
25.01.2021
Petur Z heldur eisini fram
21.01.2021