Málleyst móti Víkingi

14. mars 2021
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Í dag leiktu EB/Streymur og Víkingur 2. umfar í Betri deildini hjá monnum. Tá av tornaði var úrslitið 0-0, og okkara lið man vera betur nøgt við tað, tí Víkingur hevði fleiri tilboð og stýrdi spælinum meginpartin av dystinum.

EB/Streymur stillaði upp í verjukendari útgávu við trimum í miðverjuni og hartil vongverjum. Vit hóttu ikki Víking nevnivert, men stóðu fyri tað mesta væl í verjustøðu og varpaðu bóltarnar út av vandaleið, tá ið á stóð. Málverji okkara stóð stinnur, tá ið boð vóru eftir honum.

Við tað at Víkingur hevði bóltin nógv, eisini á okkara hálvu, so royndu teir at skifta síðu og at yvirmanna síðurnar í eini roynd at sleppa til innlegg. Hetta loystu EB/Streymaleikararnir sum heild væl við at samskifta og at plasera seg væl, alt eftir hvar Víkingur leyp á við flest monnum.

Einar tvær ferðir í dystinum hendi tað, at vit mistu heldur keðiligar bóltar í uppspælinum, og so setti Víkingur beina kós móti okkara máli í kontra, men í avgerandi støðunum vóru okkara fyri, ella var broddurin í Víkingi ikki til staðar.

Arbeiðsinnsatsurin og treisknið hjá okkara monnum var framúr. Hetta kemur væl við, tá vit í pørtum av dystinum ikki megna at bjóða av á mótstøðuhálvuni. Tað vóru fimm minuttir lagdir afturat teimum níti, og meðan víkingarnir munnu iðra seg um ikki at hava skorað og harvið vunnið sær 3 stig úr dagsins dysti, so kunnu vit eftir dystargongdini fegnast um at halda málið reint og har við fáa eitt stig.

Kappingin er ung, og vit hava 2 stig eftir 2 umfør og eru tískil ósigraðir. Næsta uppgávan verður móti NSÍ við Løkin í Runavík 20. mars. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023