EB/Streymur vann í Sørvági í "Fergie-time"

28. apríl 2021

Í kvøld leiktu 07 Vestur og EB/Streymur landskappingardyst á Dungasandi í Sørvági. Talan var um ein týdningarmiklan dyst í niðaru hálvu á stigatalvuni, og vit fingu til endans ein 3-1 sigur í hús. Spælið var ikki júst so sannførandi, men tá ið tveir leikarar av gylta ættarliðnum, føddir miðskeiðis í 80'unum, fingu hvør sítt innhopp, avgjørdu teir dystin. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen komu inn og førdu liðið til sigurs.

Málini til 2-1 og 3-1 komu ímóti dystarenda, tá ið vanliga leiktíðin var um at renna út og so tveir minuttir inni í tíðini, ið dómarin legði afturat. Hans Pauli assisteraði fyrst til Arnbjørn, og Niklas Kruse gav Hans Paula bóltin, og hesin skoraði til endaliga úrslitið. Eitt satt bragd, og tað fær tankarnar at leita aftur í gamlar dagar, tá EB/Streymur var í velmaktini, og tað at tey avgerandi málini koma so seint, minnir um hugtakið Fergie-time, uppkallað eftir skotanum Sir Alex Ferguson, fyrrverandi Manchester United managara.

Um vit taka byrjanina við, so legði Ronni Møller-Iversen EB/Streym á odda tíðliga í dystinum við einum skrúvandi langskoti, og tá ið hálvur tími var leiktur, javnaði Martin Tausen fyri 07 Vestur, tá ein frísparkskombinatión í vinstru síðu snýtti ta annars stinnu EB/Streyma-verjuna. Tey flestu munnu vera samd um, at hvørt liðið hevði sínar løtur, har EB/Streymur hevði meir at bjóða uppá seint í dystinum, og at 07 Vestur skapti meira tíðliga í dystinum.

Í skrivandi løtu eru vit á sætta plássi í Betri deildini. Kappingarárið er ungt, og tætt er aftur til niðaru plássini. Tá ið spælið ikki er alt ov polerað, so er gott at standa eftir við trimum stigum kortini, og tað er í dystum ímóti niðaru liðunum, at sannlíkindini fyri stigum eru størst. Millum annað tí var sigurin í kvøld ógvuliga søtur.

Næsta uppgávan hjá EB/Streymi verður sunnudagin kl. 15 á Eiði ímóti HB, sum á øðrum plássi í deildini. Vit ætla okkum undir ta uppgávuna við góðum treysti og halda áfram við at arbeiða hart fyri liðið. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023