EB/Streymur - HB 0-3

02. mai 2021

Sunnudagin leiktu EB/Streymur og HB í Betri deildini, og eftir stendur, at HB vann ruddiliga; 3-0. Havnarmenninir løgdu seg á odda í 2. minutti, tá Dan í Soylu stútaði bóltin í netið, eftir at bólturin kom innfyri úr høgru. Tá mundu EB/Streyma-viðhaldsfólk sanna, at mótbrekkan fór at verða tung at ganga.

HB var greitt omaná í spæli, og okkara leikarar stóðu í verjuformatión tíðum. Annað málið hjá HB kom stutt fyri steðgin. EB/Streymur hevði júst havt eina vandamikla støðu, har vit mundu skorað, men HB fór í kontraálop, fekk brotsspark, og hetta setti Stefan Radosavljevic trygt í netið.

Í hálvleikinum skiftu bæði liðini út í verjupartinum; Mikkjal Hellisá kom á vøllin fyri Árna Grunnveit Olsen og Daniel Johansen, sum hevur røtur í Sundalagnum, kom inn á vinstra bakk fyri Hera Mohr. Hjá EB/Streymi komu Arnar Dam og Rói H. Olsen á vøllin. Hóast EB/Streymur royndi eftir førimuni at fara í álop, so tóktist tað sum HB pressið ofta gav úrslit fyri teir reyðu og svørtu.

3-0 málið hjá HB kom eftir gott spæl høgru síðu, og innskifti Áki Samuelsen sendi bóltin upp í málhornið. Málverjin hevði ikki stórvegis møguleika at bjarga. Nú er at rista tapið av sær og líta fram til næsta dyst, sum verður ímóti TB við Stórá í Trongisvági 9. mai. Vit liggja á sætta plássi eitt vet betri enn ÍF. Stutt er millum sætta pláss og níggjunda, so gott hevði verið at fingið góða úrtøku úr nøkrum av komandi dystum. Drívið á!


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025