ÍF - EB/Streymur 2-1

17. mai 2021

Sunnudagin var eitt umfar á skránni, og EB/Streymur fór til Fuglafjarðar. Vit vórðu sendir heimaftur við ongum; sjálvt um vit høvdu leiðsluna eina løtu í fyrra hálvleiki.

Dysturin kundi kanska verið farin báðar vegir, men avrikið hjá okkara kundi verið betri, serliga í spælinum fram eftir vøllinum.

Heðin Klakstein legði EB/Streym á odda aftaná eitt korter, tá hann fekk eina langa sending inn um verjuna, rundaði málverjan og setti bóltin trygt í netið. Seinni í dystinum var tað sum EB/Streymur misti tamarhaldið á spælinum.

Ov nógv varð latið til tilfeldigheitirnar, og tað kostaði. Beint fyri steðgin javnaði Elias Lervig úr spískum. Málverjin væntaði eitt innlegg, men ÍF leikarin var knappur og lyfti skoraði.

Í seinna hálvleiki royndi EB/Streymur seg við nøkrum skiftingum. Arnar, Hans Pauli og Arnbjørn komu inn, men tað var ÍF, ið hevði neyðuga hepnið og avgjørdi dystin seint í dystinum. EB/Streymaverjan dekkaði innskifta Uros, og mitt fyri fekk Bogi Reinert Petersen høvið at skalla bóltin í netið til endaliga úrslitið.

Hetta var ein tættur dystur um at vera best í "Botninum" (Les: nr. 6 og 7). Vit kendu ikki vitjunartíðina, og so vann ÍF uppiborið. Til tíðir var meira talan um smáharðligt spæl enn hæl og tá, og hetta lá betur til ÍF. Longu bóltarnir fram í ÍF brotsteigin móti endanum vórðu avvístir, og sjáldan lukkaðist okkum at kombinera okkum ígjøgnum og verða vandamiklir.

Næsti dystur verður um eina viku móti Víkingi í Norðragøtu, og tá fara vit at taka annað skinn um bak. Drívið á!


Seinastu tíðindi

Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025