Tveir EB/Streymarar á U-21 landsliðnum
Landsliðsvenjarin hjá U-21 landsliðnum, Sámal Erik Hentze hevur tikið út 22 leikarar til dystirnar móti Íslandi og Armenia í komandi mánaði. Í hópinum eru tveir leikarar úr EB/Streymi, Símun Sólheim og Ári Arge.
Í bruttohópinum, sum varð úttikin herfyri vóru umframt Símun og Ára eisini Elias El Moustage og Mikkjal Hellisá, men teimum varð tíverri ikki pláss fyri í endaliga hópinum.
Hópurin er annars hesin: Báður á Reynatrøð, Víkingur, Peter Bergmann, Middelfart (DK), Bjarti Mørk, HB. Samuel Chukwudi, HB, Dann Fróðason, 07 Vestur, Børge Petersen, KÍ, Ári Arge, EB/Streymur, Noah Mneney, Víkingur, Pætur Skipanes, NSÍ, Magnus H. Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, HB, Lukas Giessing, HB, Ingi Jonhardsson, Víkingur, Jonn Johannesen, KÍ, Símun Sólheim, EB/Streymur, Steffan Løkin, B68, Áki Samuelsen, HB, Andrias Edmundsson, Águilas FC (E), Hanus Sørensen, Middelfart (DK), Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (N) og Andrass Johansen, B36.
Fyrri dysturin á hesum sinni er ein venjingardystur móti íslendska U-19 landsliðnum. Hann verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 3. juni.
Týsdagin 8. juni klokkan 17:30 spælir Føroyar móti Armenia á Svangaskarði. Hetta er fyrsti dysturin í komandi EM-undankapping. Hini londini í EM-undankappingarbólkinum hjá U21-liðnum eru Frakland, Norðurmakedónia, Ukraina og Serbia.
Vit ynskja Ára, Símuni og øllum hinum góða eydnu í komandi avbjóðingum.