EB/Streymur - B36 2-3

29. mai 2021

Leygardagin varð fjórðingsfinala í kappingini um Løgmanssteypið leikt í Hólmanum á Eiði. EB/Streymur tók ímóti B36. Og hóast gestirnir úr Havn vóru favorittar, so var lagt upp til ein spennandi og javnan dyst, og tað var júst tað vit fingu. 

Gestirnir høvdu leikliga yvirvág fyrstu løtuna, og løgdu seg eisini á odda tá einir 22 minuttir vóru spældir. Andrass Johansen dróg tvørturum í brotsteiginum hjá EB/Streymi og setti bóltin í nærmasta málhorn, uttan møguleika hjá Jóanesi Davidsen, sum fyri fyrstu ferð vardi EB/Streymamálið frá byrjan, at bjarga. Hetta setti veruliga lív í heimaliðið, og tveir minuttir seinni var Niklas Kruse á rætta stað og fekk balansu í roknskapin, eftir eitt neyvt innlegg úr høgru frá Hjalta Djurhuus.

Eftir hetta bylgjaði dysturin báðar vegir. Útliðið hevði bóltin meira, men heimaliðið vísti góðar dygdir í kontraspælinum. Hálvleiksstøðan var 1-1. 

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, og tá ein tími var leiktur uppstóð mest umtalaða hendingin í dystinum. B36 misti bóltin frammalaga á vøllinum, og Heðin Klakstein varð sendur avstað við einum longum bólti inn um B36-miðverjuna. Okkara gamli kenningur Bjarni Petersen helt aftaná Heðini, men í staðin fyri at kapprenna, so krøkti Bjarni beinini undan Heðini, so hann fór um koll. Dómarin, Rúni Gaardbo hugsaði seg um eina løtu, men kom so til tað niðurstøðu, at talan var um eina neyðbremsu - men av onkrari orsøk valdi hann bert at geva B36-aranum gult kort, hóast Heðin var ávegis at blíva púra einsamallur móti málverjanum. 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði B36 seg so aftur á odda. Í einari kontrastøðu sendi EB/Streymur nógvar menn í álop, men útiliðið vann bóltin og fór í eitt mót-kontraálop, sum endaði við, at Bjarki Nielsen bleiv spældur fríur í brotsteiginum og sendi bóltin framvið Jóanesi. 

Heimaliðið legði nú, sum vera man, meira fyri at javna, og hesa løtuna var stórur spenningur í. EB/Streymur gjørdi nakrar álopskendar útskiftingar. Fyrst komu Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen á vøllin fyri Ragnar Danielsen og Elias El Moustage, og tá fimm minuttir restaðu í varð Gutti Dahl-Olsen settur inn fyri Heðin Klakstein. Offensiva satsingin hjá heimaliðunum gjørdi eisini at B36 fekk okkurt kontraálop, og tá fáir minuttir vóru eftir gjørdist ein B36-fríur móti málmanninum, sum kom væl út ímóti. Tað sá eisini út til at skotið fór við síðuna av málinum, men í staðin brast bólturin í stongina og beint út til ein frían Bjarka Nielsen, sum lættliga kundi seta hann í netið til 1-3. 

So var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men í yvirtíðini eydnaðist tað - sum ikki einaferð - Arnbjørn Hansen minkaði um munin til 2-3, og harvið birta eina lítla vón hjá heimaliðnum. Fleiri mál komu tó ikki í dystinum, og árstalsfelagið úr Havn hevði spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini. 

Byrjandi liðið hjá EB/Streymi var annars hetta. Jóanes vardi málið manniliga. Í verjuni vóru Ragnar, Árni, Andras og Ári. Heðin, Elias, Hjalti, Símun og Niklas vóru á miðjuni og Ronni var fremsti maður.

Nú verður landsliðssteðgur, og tískil ganga einar tvær vikur, áðrenn næsta dyst okkara í Betri deildini. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023