EB/Streymur/Skála tríggjar á U-19 landsliðnum

07. juni 2021

Tríggir EB/Streym/Skála-leikarar - Sarita Petersen, Anna Jóna Johansen og Sonja Ingadóttir Hansen - eru úttiknar til U19-landsliðið hjá gentum, sum mikukvøldið 9. juni spælir venjingardyst móti B36 og nakrar dagar seinni, 11.-12. juni, verður savnað á venjingarlegu í Havn.

U19 landsliðið hevur fleiri spennandi avbjóðingar á skránni í heyst. Eftir fleiri samlingar her heima í summar, fara tær í september til Estlands at spæla venjingardystir og í oktober skulu tær spæla EM-undankapping í Hvítarusslandi. 

Til venjingarleguna 11.-12. juni hevur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari úttikið hesar leikarar:

Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Eyðrið Rúnadóttir, 07 Vestur
Eyðbjørg Reynslág, AB/B71
Judith Eilersdóttir Rasmussen, AB/B71
Rakul í Soylu, AB/B71
Ronja L. Mouritsen, AB/B71
Victoria O. Funningsstovu, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Jovina av Skarði, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Anna Jóna Johansen, EBS/Skála
Sonja Ingadóttir, EBS/Skála
Beinta Jensen, HB
Sunniva Willemeos Dal Christiansen, HB
Sára á Líðarenda, Víkingur
Noomi Hansen, Víkingur
Jórun í Túni Petersen, Víkingur
Anitha á Dalinum, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Maria V. Johansen, NSÍ
Nancy N. Einarsson, TB/FCS/Royn
Johanna Christiansdóttir, TB/FCS/Royn
Naina Mortensen, TB/FCS/Royn
Mathilde Mørch, AaB


Seinastu tíðindi

Koronuavmarkingar í Hólmanum
12.06.2021
Føroyaleikir 2021 - Fóttennis
11.06.2021
EB/Streymur/Skála tríggjar á U-19 landsliðnum
07.06.2021
Fýra EB/Streymarar á U-19 landsliðnum
02.06.2021
EB/Streymur - B36 2-3
29.05.2021