Føroyaleikir 2021 - Fóttennis

11. juni 2021

Vikuskiftið 8.-11. juli skipar ÍSF fyri stóra summartiltakinum “Føroyaleikir 2021”.

25 ymiskar ítróttagreinar eru umboðaðar á hesum leikum, sum verða fyriskipaðir tí oyggjaleikirnir vórðu avlýstir. Hetta skal eftir ætlan verða eitt afturvendandi tiltak annaðhvørt ár, tey árini oyggjaleikir ikki eru.  

Fótbóltur er eisini við á leikunum, men tað verður sum fóttennis. Tann kappingin fer fram í Runavík. 

Kappingin verður skipað í 12 ymiskum bólkum/deildum. Endaligi kappingarleisturin verður gjørdur alt eftir hvussu nógv lið tekna seg í hvørjum bólki. Bólkarnir eru:

U15 dreingir
U15 gentur
U15 blandað

U18 dreingir
U18 gentur
U18 blandað

Opin bólkur menn
Opin bólkur kvinnur
Opin bólkur blandað

Old Boys (40+)
Old Girls (40+)
Blandað lið (40+)

Á hvørjum liði eru í mesta lagi fýra spælarar (tríggir á vøllinum í senn + ein útskiftara). 
Í blandaðu kappingunum skal býtið millum kyninini vera 2+2 ella 2+1, um eingin útskiftari er.

Spælt verður í settum. Tað liðið, sum fyrst vinnur tvey sett, hevur vunnið dystin. Í hvørjum setti verður spælt upp í 11, og settið skal vinnast við minst tveimum stigum (tvs. t.d. 11 – 9). Er bert eitt stig á muni, verður spælt víðari, inntil annað liðið er tvey stig frammanfyri (tó upp til í mesta lag 15).

Øll kunnu luttaka í kappingini, óansæð um man annars er knýttur at nøkrum felagi ella ikki, so hetta er eitt gott høvi til at gera okkurt nýtt og øðrvísi saman sum lið, vinfólk ella familja. EB/Streymur luttekur ikki sum felag, men tit eru sjálvandi vælkomin at brúka okkara leikbúna í samband við kappingina. Minnist bara til at umboða felagið á virðiligan hátt. :)  

Freistin at tekna lið til kappingina er 19. juni og tilmelding fer fram á www.foroyaleikir.fo. Kostnaðurin fyri at luttaka er 200 kr. fyri hvønn vaksnan leikara og 100 kr. fyri børn undir 15 ár. Allir leikarar fáa eina t-shirt og ein drekkidunk frá fyriskiparunum, og trý tey bestu liðini í hvørjari deild vinna heiðursmerki.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025