Koronuavmarkingar í Hólmanum

12. juni 2021

Til dystin í Betri-deildini millum EB/Streym og NSÍ mæla FSF og Koronuráðgevingini til, at ikki meira enn 200 áskoðarar eru í hvørjum øki. Tí hava vit valt at býta áskoðaraskýlið í tvey. Økini eru skild frá hvørjum øðrum við girðing.

EB/Streyma-áskoðararnir skulu vera í økinum, sum er litað blátt á myndini. Inngongd til økið er norðanfyri húsið. Vesi er í norðara enda á ovaru hædd og í niðaru hædd við síðuna av fitness-hølunum.

NSÍ áskoðarar skulu vera í økinum, sum er litað gult á myndini. Vesi eru inni í gongini á ovaru hædd í húsinum

Harumframt er pláss fyri nøkrum bilum tvørtur við norðara enda av vøllinum. Vesi til hesi er á niðaru hædd í húsinum. 

Tað ber eisini til hjá nógvum fólki at standa kring vøllin – í tryggari frástøðu – eitt nú á eystaru síðu (mótsattu megin sum húsið).

Áskoðarar mugu ikki ferðast ímillum økini.

Kaffisøla er í hvørjum av økjunum, so fólk ikki ‘ganga ímillum’.

Hondspritt er tøkt við hvørja inngongd og á vesum. Annars mæla vit til, at almennu tilmælini um reinføri og frástøðu verða hildin. 

Fólk sum hava sjúkueyðkenni, ella ivast í um tey hava sjúkueyðkenni skulu ikki koma til dyst. Sjúkueyðkenni kunnu vera fepur, ilt í hálsinum, hosti og trongd.

 


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023