Vunnu í yvirtíðini

27. juli 2021
  • Tóki H. Johannesen | Mynd: Sofus Debes Johannesen

07 Vestur og EB/Streymur spældu í kvøld á Dungasandi í Sørvági. EB/Streymur fekk einasta málið í dystinum í yvirtíðini, sum dómarin legði afturat. Tóki Johannesen stýrdi bóltin í netið eftir innlegg frá Ronni Møller-Iversen til stóra frøi fyri viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi, sum høvdu leitað sær vestur.

Dysturin var javnur, og liðini høvdu hvør sínar góðu løtur. Tað var ikki sørt av spenningi, tí dysturin kundi verið koppaður báðar vegir. Tíðliga í dystinum tóktist EB/Streymur at vera meiri á bóltinum enn 07 Vestur. Tó varð bólturin ofta spældur runt aftarlaga á vøllinum. Onkrar støður og royndir vóru báðar vegir. Seinni í dystinum var spælið meira direkta, og ofta var trýst lagt á EB/Streym. 07 Vestur hevði onkra naska roynd á stongina, men lukkutíð fór bólturin ikki inn í málið. Innskifti Tóki Johannesen fekk ein bólt inn um verjuna tá umleið 80 minuttir vóru leiktir, men lobbið upp um málverjan var ov høgt og fór uppum málið.

EB/Streymur stillaði upp við fleiri veteranum frá byrjan. Hans Pauli Samuelsen var á vonginum, Bárður Olsen á miðjuni og Arnbjørn Hansen frammi. Hinir sum byrjaðu vóru Rói Zachariasen, Heðin Klakstein, Rói Olsen, Andras Olsen, Ári Arge, Hjalti Djurhuus, Símun Sólheim og Ronni Møller-Iversen. Inn komu Tóki Johannesen, Ragnar Danielsen og Elias Moustage.

Sigurin í dag var kærkomin og gott er at hála ein slíkan sigur í hús, tá ið á stendur. Leikararnir vóru raskir og avvístu vandamiklar bóltar, tá teir skuldu. Við sigrinum hava vit 15 stig á sætta plássi. Næsti dystur er móti KÍ 2. august, drívið á!


Seinastu tíðindi

Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025