Hans Pauli úttikin til U17-landsliðið

24. august 2021

Landsliðsvenjarin hjá U17-dreingjum, Eyðun Klakstein hevur tikið út 18 spælarar, sum í døgunum 8. til 13. september skulu spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Gibraltar. Millum teir 18 er ein úr EB/Streymi, nevniliga Hans Pauli á Bø.

Vinardystirnir eru partur av fyrireikingini til EM-undankappingina hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum verður í Eysturríki í døgunum 4. til 13. oktober. Í undankappingini eru Føroyar í bólki við Eysturríki, Slovenia og Kosovo.

Hópurin er hesin:
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bartal Páll Klein, B36
Carl Mikkelsen, B36
Emil Hansen, B36
Marius Á. Allansson, B36
Hanus Højgaard, B68
Svend Danielsen, B68
Suni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, HB
Dávur Jógvansson Heinesen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Ervin Rasmussen, Skála
Olivur Renéson Thomsen, TB/FCS
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Ólavur Jákupsson Poulsen, Víkingur

Áðrenn farið verður til Gibraltar eru tvær venjingar á skránni í Føroyum. Tann fyrra á Svangaskarði 29. august og tann seinna við Margáir 5. september.


Seinastu tíðindi

Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025