Jóannes fyllir seksti

25. august 2021

Okkara kæri høvuðsungdómsvenjari, Jóannes Jakobsen fyllir í dag 60 ár.

Jóannes spældi sín fyrsta dyst á besta liði hjá HB í 1979, og var upp gjøgnum 80'ini og 90'ini millum bestu og mest eyðsýndu leikarar í Føroyum. Hann spældi tilsamans yvir 300 fyrstaliðsdystir; teir flestu fyri HB, men eisini nakrar í VB, KÍ. Jóannes spældi 50 landsdystir, og var liðskipari á søguliga Landskrona-liðnum, sum vann 1-0 móti Eysturríki í 1990.

Móti endanum á leikarakarrieruni var hann onkuntíð leikandi venjari og síðani venjari burturav hjá HB, VB, KÍ, B68 og AB. Í fleiri ár var hann eisini hjálparvenjari hjá Lars Olsen á føroyska A-landsliðnum. 

Síðani á sumri 2020 hevur hann so verið høvuðsungdómsvenjari hjá EB/Streymi, og hevur millum annað verið primus motor fyri at gera eina innandurða fótbóltshøll við Margáir. 

Umframt fótbóltin er Jóannes eisini listamaður. Hann er ættaður av Kamarinum, og tí fæst hann sjálvandi við tónleik, og hevur givið fleiri plátur út. Fyri nøkrum áðrum síðani var hann ein av høvuðsmonnunum í Emmas Bluesband. Harumframt er Jóannes stinnur listamálari.

Jóannes er bersøgin og leggur ikki fingrarnar ímillum. Hann sigur fegin sína meining, og meinar tað hann sigur. Hóast tað onkuntíð kann vera hart og beint á, so er tað altíð í góðari og positivari meining.

Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og takk fyri tað stóra arbeiðið tú gert fyri EB/Streym. 


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025