Stríddu okkum til stig móti Víkingi

27. august 2021

Í kvøld leiktu EB/Streymur og Víkingur landskappingardyst í Hólmanum á Eiði. Úrslitið gjørdist 1-1 eftir hálvleiksstøðuna 0-0.

Ein feilur aftarlaga á vøllinum gav Víkingi leiðsluna fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Geza Turi spældi Andreas Lava Olsen leysan, sum skoraði, og móti dystarenda smekkaði Símun Sólheim til, og umvegis eitt verjubein hjá Víkingi smeyg bólturin sær í ein bleytan boga upp um málverjan og í netið. Onkrar støður vóru í dystinum, sum kundu givið fleiri mál og dramatikkur var eisini í seinna hálvleiki. Jóhann Hansson Joensen fór um koll í Víkingabrotsteignum, men dómarin helt hetta vera film, og hevði gult kort á lofti. Rullandi myndirnar munnu tala, tá 3-2 verður á skránni, ella á Rás 1.

EB/Streymur fekk eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigarmarkið, nokk so mitt fyri. Verjuveteranurin hjá Víkingi, Atli Gregersen varð rikin av vølli. Gutti Dahl-Olsen royndi seg beinleiðis; skotið endaði í múrinum, og dómarin bríkslaði dystin av stutt eftir. Okkurt kortið fall eftir seinasta bríksl, hesaferð mundi tað vera Jóhan Petur Poulsen venjarin sum vildi upp í part.

EB/Streymaliðið stóð seg sera væl í dag. Stóðu væl á vøllinum, og lukkaðu ofta væl av. Spælið við bóltinum var tolið, uttan at gerast vandamikið í heilum, men gott at síggja at vit hava bóltin á liðnum og spæla við, eisini móti liðum á ovaru plássunum. Stigið í dag kann vísa seg at vera týdningarmikið, nú vit mugu royna at skava sum mest av stigum saman í kapprenningini at sleppa undan niðurflyting.

Liðið í dag:
Rói Zachariasen í mál - Heðin Klakstein, Mikkjal Hellisá, Árni G. Olsen og Ári Arge - Niklas Kruse, Elias El Moustage, Bárður Olsen, Ronni Møller-Iversen og Símun Sólheim - Gutti Dahl-Olsen.

Inn komu Jóhann Hansson Joensen, Tóki Johannesen og Hans Pauli Samuelsen. Teir 11 sum startaðu og teir, ið komu inn kempaðu væl og fullu ikki í fátt, hóast vit komu afturum í dystinum. Vóru vit eyka neyvir í ávísum støðum seint í dystinum, kundu vit fingið 3 stig burturúr í kvøld. Vit taka ein dyst í senn. Drívið á!


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025