Kærkomin sigur á ÍF

12. september 2021

Í dag hittust EB/Streymur og ÍF til landskappingardyst á Eiði. Eftir ein javnan og spennandi fyrra hálvleik, fekk EB/Streymur einasta málið í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki. Jóhann Hansson Joensen trekti inn av vinsta vongi, legði av til Tóka Johannesen, um setti bótin í handara málhorn. Eitt vakurt mál, má sigast. Hesin sigur var kærkomin og týdningarmikil, tí vit royna at skava stig saman tað, ið eftir er av kappingarárinum.

Vit liggja stavn um stavn við onnur lið fyri at koma longur burtur úr botninum, so avrikið og úrtøkan í dag er góðkend. Bæði liðini kundu skorað okkurt mál afturat, og í seinna hálvleiki kundi EB/Streymur m.a. í kontrastøðum havt avgjørt dystin við onkrum máli afturat. Tað er týningarmikið at vinna slíkar dystir, tí kappingarneytarnir í botninum spíla seg kanska eyka nógv út móti okkum.

Av leikarum, ið kundu havt skorað hjá okkum í dag taldust Símun, Jóhann, Niklas og kanska Tóki. Hinvegin stóð verjuparturin stinnur. Vit lukkaðu væl av í borðunum, so teir ikki fingu ov nógv farlig innlegg.

Tað var spell at Elias El Moustage noyddist av vøllinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og inn fyri hann kom matchvinnarin, Tóki.

Liðið í dag:

Rói Zachariasen - Heðin Klakstein, Mikkjal Hellisá, Andras Olsen, Árni G. Olsen - Jóhann Hansson Joensen, Elias El Moustage, Bárður Olsen Ronni Møller-Iversen, Símun Sólheim - Gutti Dahl-Olsen.

Inn komu Tóki Johannesen, Niklas Kruse og Arnbjørn Hansen.

Næsta uppgávan er ímóti HB. Góða eydnu við tí dystinum, tá fara vit aftur at arbeiða hart og dríva á.


Seinastu tíðindi

TB-dysturin útsettur
21.09.2021
Fimm EB/Streymarar í U21-bruttohópinum
21.09.2021
HB vann tryggan sigur til endans
19.09.2021
Kærkomin sigur á ÍF
12.09.2021
Stuðulsrenning
06.09.2021