Jóhann á U21 landsliðið

24. mai 2022

Jóhann Hansson Joensen hevur verið ein av mest eyðsýndu leikarum okkara í ár, og afturfyri er hann nú úttiknir til U21-landsliðið, sum í næstum skal spæla EM-undankappingardystir móti Ukraina og Serbia. 

Hetta vera teir báðir seinastu dystirnir í verandi EM-undankapping, og um úrslitini verða føroyingunum til vildar, er møguleiki framvegis fyri, at liðið kann spæla seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í Rumenia og Georgia komandi ár.

Fyrri dysturin í hesum umfarinum verður á Tórsvølli týsdagin 1. juni klokkan 18 móti Ukraina. Tá liðini hittust á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør, gjørdist úrslitið 1-0 til heimaliðið.

Seinasti dysturin í hesari undankappingini verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 7. juni klokkan 16:15. Og talan kann møguliga gerast um eina “finalu” um 2. plássið í bólkinum. Í løtuni er støðan nevniliga tann, at Ukraina hevur 13 stig, Serbia hevur 11, meðan Føroyar hava 9 stig.

Her skal tó leggjast afturat, at ukrainar hava spælt 6 dystir, meðan Føroyar og Serbia hava spælt 8. Tá føroyska liðið vitjaði á Stadion Karadjordje í Serbia í november í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.

Hópurin er: Bárður á Reynatrøð, Víkingur, Bjarti Vitalis Mørk, HB, Samuel Johansen Chukwudi, Saint-Gilloise (Belgia), Áki Johannesen, B68, Elias Rusborg, Hvidovre (Danmark), Meinhard Geyti, NSÍ, Pætur Skipanes, NSÍ, Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur, Noah Mneney, Víkingur, Magnus H. Jacobsen, B36, Ragnar Skála, AB, Stefan Radosavljevic, HB, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg), Andrass Johansen, B36, Símun Sólheim, B36, Áki Samuelsen, HB, Lukas Giessing, Nykøbing FC (Danmark), Poul Kallsberg, Skála, Steffan Løkin, B68 og Olaf Bárðarson, Víkingur.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025