Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04. februar 2025
Tað er við stórari gleði at vit kunnu kunngera, at Jens Erik Bruhn hevur gjørt ein nýggjan sáttmála við EB/Streym.
Jens Erik spældi ein stóran leiklut á EB/Streymaliðnum í fjør, har hann spældi 26 dystir í landskappingini og tveir dystir í steypakappingingi. Jens Erik var saman við Emil og Filip leikarin við næstflest málstigum(9) farna kappingarár. Tað bleiv til 4 mál og 5 upplegg hjá arbeiðssama trongisvágsmanninum.
“Eg eri spentur uppá nýggja kappingarárið og vónandi kunnu vit byggja víðari uppá endaspurtin í fjør” sigur Jens Erik í viðmerking til EB/Streyma heimasíðuna.
Sáttmálin millum Jens Erik og EB/Streym er galdandi fyri kappingarárið 2025.
Seinastu tíðindi
EB/Streymur og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni
23.03.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026