Marius heldur fram í EB/Streymi

19. mars 2025

Í 2024 gjørdi EB/Streymur avtalu við B36 um at leiga Marius Árting Allanson til felagið. EB/Streymur og Marius hava nú gjørt avtaluna fasta og ein eitt-ára sáttmáli er undirskrivaður.

Marius hevur leikt 12 dystir í Betri-deildini – tveir fyri barndómsfelagið B36 og 10 dystir fyri EB/Streym. Fyri B36 hevur Marius leikt 47 dystir og skorað 10 mál í 1.deild.

Undir leiguavtaluni við EB/Streym leikti Marius eisini 9 dystir fyri 2.deildar liðið hjá felagnum, hvar ið tað bleiv til heili 11 mál. Ungi og evnaríki álopskendi leikarin vísti eisini sína málnøs á besta liðnum hjá EB/Streymi, tá hann, í 1.umfari av kappingini um Løgmanssteypið, skoraði síðsta málið í 5-0 sigrinum móti 07 Vestur.

Marius hevur umboðað øll ungdómslandsliðini frá U-15 til U-19, hvar ið hann hevur leikt tilsamans 14 dystir og skorað 1 mál.

Marius gleðir seg til enn eitt ár í EB/Streymi, og sigur við heimasíðuna “Eg eri øgiliga spentur uppá nýggja kappingarárið og vónandi verður tað eitt gott og gevandi ár”

"Vit eru fegin um at Marius hevur valt at taka enn eitt ár í sundalagnum. Marius er ein álopssinnaður tekniskt sterkur leikari við stórum potensiale” sigur Sigfríður Clementsen høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.

EB/Streymur fegnast yvir, at Marius heldur fram í felagnum og gleða vit okkum til eitt spennandi kappingarár í 2025.

(Hagtølini eru frá Faroesoccer.com)


Seinastu tíðindi

Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025
Ábraham heldur fram í EB/Streymi
17.01.2025