Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
EB/Streymur kann í dag kunngera, at felagið er komið ásamt um ein tvey-ára sáttmála við Gutta Dahl-Olsen. Gutti vendir sostatt heimaftur til barndómsfelagið eftir eitt ár í B36.
Gutti hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í EB/Streymi og fekk hann sínar fyrstu minuttir fyri Betri-deildar liðið í 2018. Gutti beit seg av álvara fastan á liðið í 2020 og var fastur maður á EB/Streyma liðnum fram til 2023. Tilsamans hevur Gutti leikt 99 dystir og skorað 17 mál fyri EB/Streym í Betri-deildini, umframt 7 dystir og 3 mál fyri EB/Streym í kappingini um løgmanssteypið.
Í 2024 skifti Gutti til B36. Gutti leikti tilsamans 28 dystir og skoraði 4 mál fyri besta liðið hjá B36.
Gutti hevur eisini umboðað føroyska U-17 landsliðið 7 ferðir, umframt, at hann hevur leikt 8 dystir og skorað 3 mál fyri føroyska U-21 landsliðið.
Eftir eitt ár í útlegd, hevur Gutti valt at venda heimaftur til EB/Streym og kemur hann at vera partur av hópinum í 2025 og 2026. Gutti gleðir seg yvir at vera afturkomin og sigur við heimasíðuna “hjarta er blátt og svart, og tad er her eg hoyri heima”
Høvuðsvenjarin Sigfríður Clementsen gleðir seg eisini yvir tilgongdina; “Hóast hann er ungur so er Gutti ein av okkara royndu leikarum. Vit saknaðu hann seinasta kappingarár, tá hann royndi seg í Havn. Nú gleðast vit um, at hann hevur valt, at koma heim aftur. Gutti fer heilt víst at geva liðnum nógv bæði innanfyri og uttanfyri linjurnar.”
EB/Streymur bjóðar Gutta vælkomnan heim og gleða vit okkum at síggja hann aftur í EB/Streyma blusuni.
(Hagtølini eru frá Faroesoccer.com)