Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum

20. mai 2025

EB/Streymur kann í dag boða frá, at nevndarformaðurin Jóhannes Hansen, hevur valt at trekkja seg úr sínum sessi sum formaður, og samstundis úr nevndini. EB/Streymur takkar honum fyri góða arbeiðið, hann hevur gjørt fyri felagið. Nevndin fer at skipa seg av nýggjum ein av komandi døgunum.”

“Vit vilja takka Jóhannes Hansen fyri hansara ágrýtni og góða arbeiði. Hann hevur lagt lunnar undir eina týdningarmikla menning fyri felagið, har góðar strategiskar avgerðir eru tiknar” sigur Theodor í Búrstovu, virkandi formaður.

Sum liður í vanligu tilgongdini, verður varalimur boðsendur.
Í nevndini sita Theodor í Búrstovu, Sarita Vesturdal Vesturtún, Beinta Lisberg og Djóni Eidesgaard


Seinastu tíðindi

Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025