Dabo seldur

01. august 2025

EB/Streymur og Lincoln Red Imps FC frá Gibraltar eru komin ásamt um, at meistararnir av Gibraltar keypa Boubacar Sidik Dabo frá EB/Streym.

“Vit í EB/Streymi eru sera hørm um at missa Dabo, sum hevur verið eyðsýndur í álopspartinum hjá okkum í ár. Tó vildi felagið virða ynski hjá Dabo um at sleppa at royna seg aðrastaðni, samstundis sum vit fingu eina semju við í lag við Lincoln. Í EB/Streymi leggja vit stóran dent á menningina hjá hvørjum einstøkum leikara og vilja vit hjálpa teimum á veg í teirra yrkisleið.” Sigur Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri í EB/Streymi.

“Eg eri sera glaður fyri tíðina í EB/Streymi og havi følt meg væl móttiknan frá fyrsta degi av. Hetta var ein sera góður møguleiki fyri meg, sum eg ynskti at taka av. Eg eri takksamur fyri, at felagið vildi ganga hesum ynskinum á møti og gera sítt fyri, at hettar gekk upp. Eg vil við hesum takka øllum í og kring EB/Streym fyri tíðina og eg ynski felagnum alt tað besta framyvir.” Sigur Dabo við heimasíðuna.

Boubacar Sidik Dabo náddi at leika 39 dystir í EB/Streyma blusuni, har tað bleiv til 16 mál.

EB/Streymur ynskir at takka Dabo tíðina í felagnum, og ikki minst at takka fyri hansara innsats og íkast. Samstundis ynskja vit Dabo alt tað best í nýggja felagnum og í yrkisleiðini framyvir.


Seinastu tíðindi

Dabo seldur
01.08.2025
Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025