Andras heldur fram

08. september 2025

Liðformaðurin, Andras Ólason Olsen, hevur longt sáttmálan við felagið til og við 2027

29 ára gamli streymnesmaðurin leikti sín fyrsta dyst í 2015 og hevur síðani 2020 havt leiklutin sum liðformaður. Higartil er tað blivi til 230 dystir og 18 mál hjá sterka miðverjanum. 

Í viðmerking til felagið sigur Andras:

“EB/Streymur hevur altíð fylt nógv hjá mær. Eg havi spælt her, síðan eg byrjaði at spæla fótbólt sum 6 ára gamal. Hjartað er blátt og svart, og eg eri glaður fyri at halda fram komandi tvey árini. Gongdin í ár hevur verið góð, og liðið er ment nógv. Eg vóni og vænti, at góða gongdin fer at halda fram, so eg síggi eina spennandi tíð fyri framman.”

Við sínum drúgvu royndum, ágrýtni og leiðaraevnum hevur hann verið ein týðandi partur av felagnum og EB/Streymur fegnast um at hava tryggja sær hansara íkast komandi kappingarárini.


Seinastu tíðindi

Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025
Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025