Aðalfundur og eykaaðalfundur
EB/Streymur hevur aðalfund:
mánakvøldið 3. november 2025, kl. 18.00 í Hólmahúsinum á Eiði
Skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
4. Innkomin mál
5. Ymiskt
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum (t.e. 24-10-2025). Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.
Nevndin hevur uppskot til 2 broytingar í grein 7 í viðtøkunum:
Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt. Allir sáttmálar, sum felagið ger, skulu samtykkjast av nevndini og skulu undirskrivast av formanninum.
Uppskot til nýggja orðing:
Felagið verður teknað av formanninum saman við næstformanninum ella kassameistaranum. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.
Tá broytingar verða gjørdar í viðtøkunum krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har viðtøkurnar verða broyttar, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.
Av tí at neyvan 2/3 av limum felagsins møta á aðalfundinum, kallar nevndin inn til eykaaðalfundar:
3. november 2025, kl. 19.00 í Hólmahúsinum á Eiði.
Nevndin