Nýggj nevnd

05. november 2025
  • Á myndini eru frá vinstru: Óluva Eidesgaard, nevndarlimur, Høgni Hummeland, tiltakslimur, Beinta Lisberg, næstforkvinna, Theodor í Búrstovu, formaður, Sarita Vesturdal Vesturtún, kassameistari, og Fríða Beder, nevndarlimur. Djóni Eidesgaard, tiltakslimur, manglar á myndini.

EB/Streymur hevði aðalfund mánakvøldið 3. november, har m.a. nýggj nevnd varð vald.

Formaðurin, Theodor í Búrstovu, og Sarita Vesturdal Vesturtún stóðu ikki fyri vali í ár. Beinta Lisberg stóð fyri vali, og bleiv afturvald, meðan Djóni Eidesgaard og Jan Djurhuus ikki ynsktu afturval. Fyri teir blivu Fríða Beder og Óluva Eidesgaard vald, so nú er nevndin hjá EB/Streymi mannað við einum manni og 4 kvinnum. Sum tiltskalimir blivu Djóni Eidesgaard og Høgni Hummeland valdir.

Nevndin hevur skipað seg við Theodor í Búrstovu sum formanni, Beintu Lisberg sum næstforkvinnu, Saritu Vestudal Vesturtún sum kassameistara, meðan Fríða Beder og Óluva Eidesgaard eru nevndarlimir.

Á myndini eru frá vinstru: Óluva Eidesgaard, nevndarlimur, Høgni Hummeland, tiltakslimur, Beinta Lisberg, næstforkvinna, Theodor í Búrstovu, formaður, Sarita Vesturdal Vesturtún, kassameistari, og Fríða Beder, nevndarlimur. Djóni Eidesgaard, tiltakslimur, manglar á myndini.


Seinastu tíðindi

EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026
Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025