Mórits Heini til EB/Streym

15. desember 2024

EB/Streymur og Mórits Heini Mortensen hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2025.

25 ára gamli Mórits Heini hevur higartil í yrkisleiðini bert umboðað barndómsfelagið NSÍ. Har er tað blivið til 98 dystir og 6 mál í Betri deildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um Løgmanssteypið, umframt 5 dystir í Evropa. Harafturat hevur hann 139 dystir og 19 mál í 1. deild. Nú hevur hann so valt at taka av nýggjari avbjóðing í EB/Streymi, sum hann gleðir seg til.

“Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum“ sigur Mórits Heini í viðmerking til heimasíðuna hjá EB/Streymi.

Og í EB/Streymi fegnast vit eisini um tilgongdina av Mórits Heina.

“Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv” sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi

Vit ynskja Mórits Heina vælkomnan til EB/Streym og gleða vit okkum til at síggja hann í blá/svørtu blusuni.

(Hagtølini eru frá FaroeSoccer.com)


Seinastu tíðindi

NÝGGJUR MÁLVERJI TIL EB/STREYM
21.12.2024
Meinhard Geyti til EB/Streym
18.12.2024
Mórits Heini til EB/Streym
15.12.2024
Jóhannes nýggjur formaður
30.11.2024
Aðalfundur
16.11.2024