Gomlu dreingirnir gjørdu bart

19. september 2023
  • Føroyameistararnir: frá vinstru Sigfríður S. Sólsker, Janus Haraldsen, Edvard Pauli Andreasen, Brian Olsen, Jens Eli Jacobsen, Egil á Bø, Henrik Sommer, Fróði R. Petersen og Hans Pauli Samuelsen

Leygardagin 16. september var finaluumfar í kappingini hjá Old Boys 35+ á Eiði.

Í fínasta fótbóltsveðri høvdu einir 40 mans sett hvørjum øðrum stevnu í Hólmanum, tí nú skuldi avgerast hvørjir stinnastir vóru av veteranunum. Kappingin hjá Old Boys er soleiðis skipað, at liðini eru býtt í tveir innleiðandi bólkar, sum hava kappast í nøkrum vikuskiftiskappingum í vár og í summar. Liðini, sum høvdu spælt seg í finalubólkin vóru meistararnir í fjør Víkingur, vertirnir úr EB/Streymi, sum vunnu bronsu í fjør, og so Royn og B71, sum vunnu hvør sín innleiðandi bólk.

Fleiri kend andlit vóru at síggja, millum annað fleiri fyrrverandi landsliðsleikarar, hóast teir nú mundu vera eitt sindur gráari í toppinum, og ikki hugdu so nógv at hvat nummar stóð á rygginum, men heldur um tað stóð L ella XL á spjaldrinum í nakkanum.

Og hóast leikferðin ikki var heilt tann sama sum fyrr, so var eyðsýnt, at hesir vistu hvussu ein fótbóltur skuldi viðfarast. Og viljanum feilti einki; har bleiv lagt nógv fyri, og dystast um hvønn bólt.

Øll liðini skuldu spæla ein dyst móti hvørjum øðrum og í fyrsta umfari vann Víkingur greiðan 6-0 sigur móti B71, meðan EB/Streymur vann 5-3 móti Royn. Í hesum fyrsta dystinum var ein EB/Streymsleikari so óheppin av fáa eina ógvusliga fipurspreinging, so hann ikki var førur fyri at spæla meira á degnum. Hetta kom dátt við, tí heimaliðið hevði bara hendan eina eykamannin, so nú máttu teir 7 á vøllinum spæla restina av kappingini á tamb.

Í øðrum umfari spældu Víkingur og Royn javnleik 2-2 í einum spennandi og ikki sørt dramatiskum dysti. Í hinum dystinum legði B71 bragdliga fyri og kom á odda bæði 1-0 og 2-1 móti EB/Streymi. Og sum steinur omaná byrðu, so fekk ein EB/Streymsleikari afturat skaða, tá hann datt óheldiga niður á vinstru øksl. Men við einum mergjaðum seinna hálvleiki vendi undirmannaða heimaliðið dystinum og vann ein uppibornan 5-2 sigur. Málskjúttarnir blivu ikki so nágreiniliga skrásettir, men tað er ikki nógv galið um vit siga, at Egil á Bø skeyt minst 4 av málunum í hesum dystinum, millum annað tvey sera hegnislig langskot.

Úrslitini høvdu nú háttað seg soleiðis, at í triðja umfari varð beinleiðis dystast um plaseringarnar. Royn og B71 dystaðust um bronsuna, og her vunnu hvalbingar greiðan 6-1 sigur. Í hinum dystinum skuldu gull- og silvurvinnararnir finnast. Víkingar skuldu vinna dystin fyri at endurvinna steypið, meðan EB/Streymur hevði nóg mikið við javnleiki. Heimaliðið hevði fingið pjøssa so frætt uppá skadda mannin frá B71-dystinum, at teir nú aftur vóru 7 á vøllinum.

Í finaluni legði Víkingur betur fyri og løgdu teir seg eisini á odda 1-0. EB/Streymur stríddi seg tó inn aftur í dystin og javnaði. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Víkingur tó aftur mál, og teir løgdu nú nógv fyri, fyri at halda hesa leiðslu, sum kundi verða gull verd. Men tá ein góður minuttur var eftir av dystinum fangaði EB/Streymur bóltin í Víkinga-uppspælinum og gjørdi skjótt av og skoraði til 2-2. Nú var ov stutt tíð til at Víkingur kundi koma aftur, og dysturin endaði javnur.

EB/Streymur kundi sostatt fyri fyrstu ferð kalla seg føroyameistara í Old Boys fótbólti. Víkingur vann silvur og Royn bronsu. Eftir kappingina vórðu heiðursmerki handaði og liðskiparin hjá Víkingi handaði liðskiparanum hjá EB/Streymi ferðasteypið, sum kappast verður um í Old Boys 35+. Eftir hetta varð farið inn í Hólmahúsið, har borðreitt var við mati og drekka, og har varð dúgliga prátað og reypað. 

Liðskiparin tekur móti steypinum Liðskiparin hevjar steypið

Felagsmynd

Steypið


Seinastu tíðindi

Meinhard Geyti til EB/Streym
18.12.2024
Mórits Heini til EB/Streym
15.12.2024
Jóhannes nýggjur formaður
30.11.2024
Aðalfundur
16.11.2024
U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024