Klæmint-uppvísing í stórtapi

20. mai 2019

Liðskiparin hjá dagsins gestum, Klæmint Olsen, vísti sannan málform, tá hann skoraði heili fimm ferðir móti okkara monnum, sum tíverri máttu leggja rygg til lemjandi stórtap

Fyrsta dystin í ár spældi EB/Streymur ein meira enn góðkendan dyst á útivølli móti NSÍ, har tað tíverri fyri okkara endaði við einum smølum 0-1 tapi. Tí vóru vónir um at fáa enn eitt gott úrslit ímóti NSÍ, men samstundis segði søgan okkum eisini, at vit fyrr hava havt tað trupult ímóti júst NSÍ.

 

Fýra ferðir Klæmint í fyrra hálvleiki

Og hetta skuldi vísa seg at gerast ein av teimum minni góðu dystunum frá EB/Streymi. Tað vóru nevniliga bara farin eini 30-40 sekund, so vóru gestirnir á odda. Málið fekk málrevurin Klæmint A. Olsen eftir innlegg. Vit skuldu síggja nógv meira til Klæmint seinni í dystinum.

Hóast vánaligu byrjanina, so svaraðu okkara aftur beinanvegin. Tað gekk bert ein góður minuttur, so stóð aftur á jøvnum. Eftir innlegg kom Steffan at standa væl fyri, og hann sendi bóltin í málið til 1-1.

Fyrstu 10 minuttirnar av dystinum ella so gekk í veruleikanum javnt á. Okkara vóru minst líka nógv á bóltinum sum gestirnir, og hesa løtuna sá út til, at hetta kundi gerast ein hampiligur dagur hjá okkara monnum, men henda kenslan var stokkut.

Eftir 10 minuttir skoraði Klæmint A. Olsen nevniliga fyri aðru ferð, tá hann kom at standa púra leysur innan fyri verjuna hjá EB/Streymi, og eftir hetta sat NSÍ á øllum. Næstu 20 minuttirnar høvdu gestirnir fleiri risa møguleikar. Ta einu ferðina raktu teir stongina og tvær ella tríggjar ferðir bjargaðu okkara á strikuni. Tað lá í luftini, at NSÍ fór at økja um leiðsluna, og á hálva tímanum kom hetta málið. Fyri triðju ferð í dystinum var tað Klæmint A. Olsen, sum hevði síðsta fótin á.

Tað bleiv enn verri hjá okkara monnum áðrenn steðgin. Fáar minuttir seinni skoraði Klæmint A. Olsen fyri fjórða ferð, og lítla løtu seinni økti Jann Benjaminsen við frálíkum langskoti til hálvleiksstøðuna 1-5. Tað kundi enn tá verið enn verri, tí beint fyri steðgin brendi Jann Martin Mortensen brotsspark.

 

Mugu reisa seg aftur

Seinni hálvleikur var ikki nógv fragari enn tann fyrri. NSÍ stóð enn á tí allarmesta, og munurin á liðunum á máltalvuni gjørdist eisini enn størri, enn hann hevði verið í steðginum.

NSÍ megnaði nevniliga at skora tríggjar ferðir afturat. Fyrst var tað Klæmint A. Olsen, sum økti til 1-6 eftir frálíkt upplegg frá Pól Jóhannus Justinussen. Hetta gjørdist seinasta veruliga aktiónin hjá Klæmint A. Olsen, sum bleiv skiftur út fáar minuttir seinni.

Løtu seinni økti Pól Jóhannus Justinussen sjálvur til 1-7, áðrenn innskifti Magnus H. Olsen staðfesti sigurin við málinum til 1-8.

Talan gjørdist sostatt um veruligt skrædl. Eitt keðiligt tap hjá okkara monnum, sum als ikki raktu dagin. Tað er sjálvandi ongantíð gott at leggja rygg til so stórt tap, sum talan var um henda dagin, men henda dystin kunnu okkara menn ikki brúka til serliga nógv nú.

Nú snýr tað seg um at læra av feilunum, og annars bara gloyma dystin sum skjótast. Um eina viku er aftur dystur á skránni, tá okkara skulu stríðast ímóti oddaliðnum KÍ við Djúpumýru.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023