300 ferðir Arnbjørn

23. juni 2019

Arnbjørn Hansen spældi sín dyst nummar 300 fyri besta liðið hjá EB/Streymi, tá hann bleiv sendur á vøllin eftir 59 minuttir í útidystinum móti KÍ herfyri.

Tann 2. oktobur í 2004 bleiv ein 18 ára gamal kollfirðingur fyri fyrstu ferð sendur á vøllin fyri besta mansliðið hjá EB/Streymi. Góður hálvur tími var eftir av heima­dyst­inum á Mølini á Eiði móti Skála, tá ungi maðurin kom á vøllin, og gestirnir vóru tá á odda 0-1 við einum máli frá Jónhardi Frederiks­berg, sum seinni bleiv liðfelagi við oman fyri nevnda kollfirðing.

Debuttin hjá kollfirðinginum er helst ikki nakað, sum trúgvu EB/Streyms­viðhaldsfólkini minnast, tí hann gjørdi helst ikki so nógv um seg, og dysturin endaði eisini við einum 0-1 sigri til Skála. Fáur mundi eftir henda dystin gruna, at talan seinni fór at gerast um ein av allarfremstu áleyparunum í føroyskum fótbólti.

Maðurin, sum kom á vøllin henda dagin, var nevniliga Arnbjørn Hansen, men tað skuldi ganga hampiliga long tíð, til ungi maðurin fekk sítt veruliga gjøgnumbrot.

Gjøgnumbrotið mundi enda við FM

Árið eftir debuttina var Arnbjørn skaddur stóran part av árinum, og hann spældi bara 5 dystir hetta árið. Tríggjar av teimum á næstbesta liðnum og so tveir sum innskiftari á besta liðnum.

Men í 2006 var støðan ein heilt onnur. Nú var ungi áleyparin fastur parturin av hópinum hjá besta liðnum, og longu frá byrjan av var hann at finna í start­uppstillingini hjá EB/Streymi. Onkra ferðina byrjaði hann eisini á beinkinum, men allar oftast var hann at finna ímillum teir fyrstu 11.

Hóast leiklutin sum áleypari – og stundum sum høgri vongur – so lat fyrsta málið bíða eftir seg. Ungi maðurin kom fram til kjansir, men sum hjá so nógv­um ungum leikarum, so hevði hann trupult við at fáa sítt fyrsta mál. Ikki fyrr enn í 9. umfari bragdaði á útivølli móti VB/Sumba, tá hann skoraði til 5-0 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Árið gjørdist ein sigursmarsjur fyri bæði EB/Streym og Arnbjørn Hansen sjálvan. EB/Streymur endaði á einum 2. plássi, sum var skuffandi, tá hugsað verður um, at liðið lá fremst alt kappingarárið, meðan Arnbjørn endaði við at fáa 11 mál í landskappingini og trý mál í steypakappingini. Hesi trý málini fullu øll í sama dysti í fjórðingsfinaluni m´ti HB, sum EB/Streymur vann 6-2. Hetta var samstundis hansara fyrsta hattrikk fyri besta liðið hjá EB/Streymi.

Síðsta skotið í gylta ættarliðnum

Árini framman undan Arnbjørn av álvara fekk sítt gjøgnumbrot hevði EB/­Streymur givið sera nógvum ungum leikarum debut á besta liðnum, og tað gekk ikki long tíð, fyrrenn føroyski fótbóltsheimurin legði til merkis, at talan var um nakrar sera evnaríkar leikarar, sum komu fram í EB/Streymi um hetta mundið.

Seinni er blivið tosað nógv um gylta ættarliðið hjá EB/Streymi og týdningin, sum hesir ungu leikararnir hava havt fyri flottu gongdina hjá EB/Streymi frá árinum 2006-2012. Her kunnu nevnast Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuel­sen, Bárður Olsen, Gert Hansen og Brian Olsen. Arnbjørn Hansen er tvey ár yngri enn Hans Pauli og Gert og eitt ár yngri enn hinir tríggir, og hann gjørdist sostatt síðsta skotið á stammuna í gylta ættarliðnum saman við Leif Niclasen.

Mál, mál, mál

Eftir gjøgnumbrotsárið í 2006 gjørdist Arnbjørn ein av vandamiklastu áleyp­arunum í føroyskum fótbólti, samstundis sum EB/Streymur gjørdist eitt støðugt oddalið.

Frá 2007 til 2012 vann EB/Streymur meistaraheitið tvær ferðir og endaði á 2. plássi øll hini árini. Somu árini var EB/Streymur eisini í steypafinaluni hvørja ferð og megnaði at vinna steypakappingini fýra ferðir, meðan talan eisini gjørdist um tvey tap – báðu ferðirnar fyri Víkingi.

Hesi árini var Arnbjørn Hansen eisini ein støðug hóttan sum fremsti áleypari hjá EB/Streymi. Í 2008 og 2010 bleiv hann toppskjútti í fremstu deildini, meðan hann bæði í 2007 og 2009 endaði á einum 2. plássi á sama lista.

Í hesum 7 ára skeiðnum frá 2006 til og við 2012 skoraði Arnbjørn Hansen heili 114 mál í fremstu deildini!

Máltevið er enn har

Seinnu árini hava skaðar av álvara darvað málrevin úr Kollafirði, sum nú er blivin 33 ára gamal. Hetta hevur gjørt, at hann hevur sitið uttan fyri í alt ov stórum pørtum av seinnu kappingarárunum, men tá hann er klárur, so sæst enn á øllum brøgdum, at máltevinum bilar einki.

Virðingin frá mótstøðuleikarunum er eisini týðilig, tá Arnbjørn kemur á vøllin. Tá fella mótstøðuliðini ofta nakrar metrar, soleiðis at sterki áleyparin ikki skal fáa alt ov nógv pláss at spæla sær á, men hóast hetta, so er Arnbjørn enn sera vandamikil, og fær enn nógv mál í mun til teir fáu minuttirnar, sum hann ofta spælir.

Ein og undanfarin ár er hetta árið eisini merkt av skaðum hjá kollfirð­ingi­num. Treyðugt so, so hevur hann verið á vøllinum nakrar ferðir, og í Klaksvík fyri trimum vikum síðani kom hann so enn eina ferð á vøllin. Hesa ferð var talan um hansara dyst nummar 300 fyri besta liðið hjá EB/Streymi.

Felagið ynskir honum hjartaliga tillukku við hesum!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023