Enn eitt tepurt tap

27. august 2019
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Hóast EB/Streymur aftur mátti leggja rygg til tap, so eru batar av álvara at hóma

Vónirnar hjá flestu heimaáskoðarunum vóru kanska ikki av teimum besta sunnudagin, tá EB/Streymur tók ímóti einum av oddaliðunum KÍ. Undan dystinum var KÍ nevniliga millum tey fremstu, og gestirnir hava sera nógv góð úrslit at vísa á hetta kappingarárið. Hjá okkara monnum var støðan ein heilt onnur. Liðið lá undan dystinum á einum 9. plássi, og seinastu 14 dystirnar var liðið farið av vøllinum uttan fulla úrtøku.

KÍ stýrdi

Í fyrra hálvleiki var tað sum væntað KÍ, sum stýrdi dystinum. Teir løgdu nógv fyri í álopspartinum, og hetta gjørdi, at okkara leikarar stóran part av hálvleikinum vóru trýstir langt aftur á vøllin.

Men hóast KÍ hevði bóltin nógv og í veruleikanum flutti rættiliga nógv fólk fram á vøllin, so var tó langt ímillum, at teir skaptu nakran veruligan málmøguleika. Talan var um nógv innlegg, okkurt lang skot og nógv hornaspørk, men okkara leikarar vóru væl skipaðir og megnaðu mest sum hvørja ferð at rudda burtur, áðrenn veruligur vandi var á ferð. Bert ta einu ferðina fyrstu 35 minuttirnar vóru gestirnir veruliga vandamiklir, tá Darius Lewis kom at standa væl fyri eftir innlegg úr vinstru, men Rói Zachariasen fekk fingrarnar á bóltin og fekk koyrt hann út til horna.

Júst tí at KÍ hevði trupult við at skapa møguleikar kom tað illa við, tá teir brádliga komu á odda 0-1 við máli frá heimafturvenda Páll Klettskarð. Eftir spælbýti var lítið at ivast í, at leiðslan var uppiborin, men møguleikarnar høvdu gestirnir ikki havt nógvir av, og tí kom hetta málið illa við hjá okkara monnum.

Vóru væl við eftir steðgin

Í seinna hálvleiki flutti EB/Streymur liðið longur fram á vøllin. Serliga trýstið tóktist vera eitt sindur øðrvísi, har okkara menn av og á fóru langt niðan á vøllin at trýsta gestirnar. Hetta tóktist at órógva KÍ nakað, tí teir funnu ongantíð veruliga tað spælið fram, sum teir høvdu víst í fyrra hálvleiki.

Hinvegin høvdu okkara menn nú bóltin væl meira enn í fyrra hálvleiki. Talan gjørdist eisini um nógv innlegg og okkurt hornaspark, men tað gjørdist ongantíð av álvara vandamikið inni í brotsteiginum hjá KÍ. Ov ofta var kvaliteturin á innleggunum ov lítil.

Hóast okkara høvdu sera torført við at skapa møguleikar, so fingu vit tó ein gyltan møguleika einar 4-5 minuttir fyri leiklok. Teitur Debes Olsen, sum var fluttur út á høgra vongverja seinna part av seinna hálvleiki, hevði brádliga gott pláss at renna í í høgru síðu. Við sínum ágangandi spælistíli bjóðaði hann KÍ-verjuni av. Hann var tætt við at missa bóltin, men í øllum rokanum endaði bólturin hjá innskifti Hans Paula Samuelsen, sum brádliga stóð í eini sera góðari støðu mitt fyri málið beint innan fyri brotsteigin hjá KÍ. Uttan iva ein ynskistøða hjá bóltsnillinginum, men tíverri fyri EB/Streym skeyt hann bóltin upp um málið hjá KÍ.

Nærri komu okkara leikarar ikki, og tí endaði tað við einum taprum 0-1 tapi fyri KÍ.

Tað er sjálvandi ikki lætt, tá liðið nú ikki hevur vunnið í 15 dystir á rað, men batar hava veruliga verið at hóma seinastu tveir dystirnar, so nú er at vóna, at leikararnir megna at byggja víðari á hetta, tí so verður ikki leingi til vend kemur í.

Næsti dystur verður sunnudagin á útivølli móti NSÍ við Løkin í Runavík.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

Aðalfundurin heystið 2019
03.11.2019
Stórir møguleikar á gentusíðuni
03.09.2019
Enn eitt tepurt tap
27.08.2019
Kvinnurnar fingu javnleik
22.08.2019
STUÐULSRENNING
22.08.2019