Fótbóltsárbókin fæst til keyps

10. desember 2019

Árbókin hjá Miðlahúsinum "Føroyskur Fótbóltur 2019" er útkomin, og EB/Streymur hevur fingið nøkur eintøk at selja. Prísurin er tann sami sum í sølubúðunum, 225,- kr., men av teimum sum vit selja fær felagið nakrar krónur fyri hvørt eintak.

Vilja tit tryggja tykkum eitt eintak - eitt nú til eina góða jólagávu - kunnu tit seta tykkum í samband við Oddur Ejdesgaard, tlf. 222020 ella Fróða R. Petersen, tlf. 268019. Eisini ber til at seta seg í samband við teir báðar umvegis Facebook/Messenger.


Seinastu tíðindi

Ein Magnus afturat í hópin
25.01.2020
Egil tekur sær av 2. deild
24.01.2020
Bjarki er EB/Streymari
22.01.2020
Aðalfundur
20.01.2020
Ragnar heldur eisini fram
16.01.2020