Símun er EB/Streymari

28. januar 2020

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla miðvallarleikaran Símun Sólheim.

Símun er, sum vera man, enn eitt nokkso óskrivað blað í vaksnamannafótbólti, men hevur spælt 27 dystir við yngri landsliðum, og má tí metast sum ein sera spennandi leikari.

Símun kemur til felagið úr HB, har hann hevur verið fastur partur av Betri-hópinum. Í 2019 var Símun 30 ferðir á dómaraseðlinum, men spældi tó bert 3 dystir - tveir í landskappingini og ein í steypakappingini.

Vit ynskja Símuni og EB/Streymi tillukku við sáttmálanum og gleða okkum til bólturin av álvara fer á rull.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023