Venjingartiltak fyri børn og ung 24. og 25. juli

19. juli 2020

Komandi vikuskifti verður skipað fyri einum venjingartiltaki fyri børn og ung á MB Arena í Miðvági.

Tað er danski venjarin Peter Pedersen, sum hevur UEFA Pro-venjaraútbúgving, og fyrrverandi danski landsliðsleikarin Jacob Laursen, sum millum annað hevur spælt fleiri ár í ensku Premier League, sum skipað fyri skeiðinum.

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri venjing við tí sokallaðu GOAL STATION-venjingarskipanini í Føroyum. Skipanin inniheldur tilrættislagdar og sergjørdar venjingar, og nýtt verður framkomin tøkni til at veita beinleiðis úrslit og greining av leikarum við bólti. Meira kann lesast um skipanina á www.fugo.pro.  

Við luttøku á FUGO PRO Camp fært tú tekniska venjing, umframt amboð at menna og betra teknisku førleikarnar. 

Fríggjadagin 24. juli er venjing fyri dreingir
Kl. 09-13 Dreingir U11 og U13
Kl. 14-18 Dreingir U15 og U18

Leygardagin 25. juli er venjing fyri gentur
Kl. 09-13 Gentur U11 og U13
Kl. 14-18 Gentur U15 og U18

Tilmelding til skeiðið fer fram á www.fugo.pro/faroe, og kostnaðurin fyri at luttaka er 349,- kr. Við í prísinum er eisini ein Fugo Pro t-shirt.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025