Greiður ósigur móti HB tá samanum kom

23. september 2020
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

EB/Streymur og HB spældu í kvøld dyst í Betri Deildini. HB var oddalið áðrenn dystin, og við 5-1 sigri á okkara monnum styrktu teir um sína støðu í mun til KÍ á 2. plássi.

Dysturin var nakað merktur av, at skúlar í Havn høvdu sent nakrar leikarar heim vegna Koronu. Vit stillaðu upp við einari formatión, ið minti um 5-4-1 í verjustøðu, og tá ið vit høvdu bóltin, fóru vongverjarnir fram, og tískil var álopsformatiónin væl offensivari. Seint í dystinum bleiv liðið umskipað nakað, m.a. við at Mikkjal Hellisá varð fluttur úr miðverjuni og fram á álopskendu miðjuna.

HB legði bragdliga fyri og hevði bóltin oftari enn okkara, og tá ið umleið 20 minuttir vóru farnir skoraði Hilmar Leon Jakobsen til 0-1 eftir horna frá Daniel Johansen.

Løtu seinni varð Ragnar Danielsen hjá EB/Streymi sendur avstað ímóti HB málinum, trekti inn til høgrabeinið og plaffaði til, men Teitur Gestsson sló bóltin út til horna. Hornasparkið varð sent innfyri, og tá ið HB verjan ikki fekk ruddað bóltin burtur, datt hann niður fyri føturnar á Andrasi Olsen, sum fekk javnvág í. 1-1.

Tíverri fyri okkum svaraði HB skjótt aftur, og aftur kom mál eftir horna. EB/Streymur hálv-clearaði út til Daniel Johansen, sum staddur nakað úti í síðuni uttanfyri brotsteigin skrúvaði bóltin upp í fremra málhorn. Tað skal sigast, at tey flestu mundu vænta ein bólt innfyri í hesi støðuni.

Hetta til hálvleiks hevði HB aftur yvirvág í spæli, men trúgvin á, at EB/Streymur kundi hótta við snarálopum var til staðar nakað inn í seinna hálvleik ið hvussu er. Adrian Justinussen hjá HB tók sær av einum frísparki stutt fyri steðgin. Í seinna hálvleiki gekk skjótt til at HB fekk 3-1 málið. Adrian Justinussen var málskorari hesaferð.

EB/Streymur hevði onkrar støður, ið kundi uppiborið eitt sindur meiri neyvleika. Vit høvdu eisini okkurt skot á HB málið, men antin manglaði kraft ella kós. Magnus Heinason varð skiftur inn og hevði eitt fínt skot, og málverji okkara hevði fleiri fínar bjargingar.

HB leikarar vóru í góðum støðum og skutu, men Rói Zachariasen fekk vart fyri nógvum. Sum heild kláraðu okkara seg væl í verjustøðu, arbeiddu hart og høvdu góða organisatión. Trupult var at spæla rundan um HB presslinjuna. Til at loysa hetta krevst at flyta bóltin skjótari sína millum, so at mótstøðuliðið fær til uppgávu at renna aftaná bóltinum.

Eftir 3-1 málið gekk hálvur tími inntil støðan versnaði. Hilmar Leon Jakobsen fekk eina sending inn um verjuna, og við einum fløtum skoti plaseraði hann bóltin trygt í netið til 4-1 við vinstra beini. Løtu seinni vildi Øssur Dalbúð, sum varð innskiftur seint í dystinum eisini sleppa í part. Hann fekk ein góðan bólt inn fyri úr vinstru, og stýrdi bóltinum í málið við høvdinum. Nú vóru góð ráð dýr, og einans 8 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Dómarin tóktist ikki vilja leggja nakað serligt av tíð afturat, og so endaði dysturin millum nr. 1 og nr. 7, 5-1.

Næsti dystur okkara er sunnudagin 27. september í Fuglafirði ímóti ÍF, sum spældi javnt ímóti Skála í kvøld. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023