KÍ drál í Klaksvík

17. oktober 2020

Í kvøld spældu KÍ og EB/Streymur 2-1, eftir at KÍ hevði skorað tá umleið eitt korter var farið. KÍ økti til 2-0 í seinna hálvleiki, áðrenn innskifti Arnbjørn Hansen setti eitt frísparksinnlegg frá Bárði Olsen í netið. Okkara menn vóru raskir, stríddust væl í verjuni og vóru snarir at leypa á, tá vit fingu bóltin. Ikki vóru nógv fólk til dystin, kanska tí Heystfagnaður var á Eiði, og orsaka av einum ávísum koronu-ótta. 

Inni í dag vóru Rói Zachariasen í mál, verjan við Peturi Zachariasen, Árna G. Olsen, Andrasi Olsen og Ragnari Danielsen royndist væl. Á miðjuni vóru Bárður Olsen, Hjalti K. Djurhuus, meðan vengurnir vóru Niklas Kruse og Símun Sólheim. Bjarki Zachariasen og Gutti Dahl Olsen vóru í álopinum, um vit taka útgangsstøði í eini 4-4-2 leikskipan.

Tá vit móti endanum av dystinum minkaðu um munin tóktist fjáltur koma á heimaliðið, og KÍ tók at drála, fyri at tryggja sær sigurin. Tað man vera tekin um at vit gera okkurt rætt! :)

Tíverri megnaðu okkara ikki ordiliga at leggja neyðuga trýstið á fyri at fáa útjavningina, men samanumtikið var hetta ein sera góður innsatsur og eitt sera gott avrik av okkara monnum móti einum sterkum KÍ liði. 

Næstu dystirnir verða týdningarmiklir fyri okkum, fyri at halda pláss, ella enntá klatra uppeftir tabellini. Livst, so spyrst. Drívið á!


Seinastu tíðindi

KÍ drál í Klaksvík
17.10.2020
EB/Streymur - B36 2-6
04.10.2020
Eitt stig í Fuglafirði
27.09.2020
Greiður ósigur móti HB tá samanum kom
23.09.2020
(Næstan) allur fótbóltur útsettur
23.09.2020