Søtur 3-2 sigur á TB
Í dag leiktu EB/Streymur og TB við Margáir í 25. umfari í Betri deildini. Úrslitið gjørdist 3-2 til heimaliðið. Petur Zachariasen, Bárður Olsen og Símun Sólheim skutu málini fyri EB/Streym, meðan Mark Kongstedt og Samudeen Musah skoraðu fyri TB.
Líkindini at spæla dystin vóru fín, tað var tó nakað kølið hjá áskoðarunum at fylgja við dystinum.
Á liðnum hjá EB/Streymi var ein broyting í mun til liðið, sum spældi ein góðan dyst í Klaksvík seinasta vikuskifti. Rói Olsen avloysti á miðvøllinum Hjalta, sum hevði leikbann í dag. Liðið hjá EB/Streymi var soleiðis mannað: Rói Z; Petur, Árni, Andras, Ragnar; Niklas, Bárður, Rói O., Símun; Gutti og Bjarki. Í seinna hálvleiki komu Tóki, Arnbjørn og Magnus H. inn.
TB kom betur frá byrjan og legði seg eisini á odda, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Ein feilur í uppspælinum á okkara liði endaði við, at TB fekk bóltin í góðari støðu, og Mark Kongstedt varð sendur ígjøgnum mitt fyri, og hann skoraði trygt. 0-1.
Nú vóru okkara afturút, men EB/Streymur gav ikki skarvin yvir og menti sítt spæl sum fyrri hálvleikur leið. Tað gav at bíta tíggju minuttir undan steðginum, tá Andras í duell við TB-málverjan kom hægstur og bólturin datt niður fyri føturnar á Peturi Zachariasen, ið skoraði. 1-1.
Dysturin kundi kanska gott verið farin báðar vegir í dag, um hugt verður eftir støðum og kjansum. Okkara leikarar vístu tó avbera góðar dygdir í týdningarmiklum støðum, serliga við avgerandi langskotum. Tann eina av tílíku støðunum var, tá ið EB/Streymur fekk fríspark úr góðum 20 metrum. Bárður Olsen hevur tað við at leggja dygdarbóltar innfyri ella smekka bóltin í kassan, tá hann fær møguleikan, og hann takkaði fyri álitið tá ið 44 minuttir vóru leiktir. Bólturin leitaði sær upp í fremra málhorn og TB-málverjin rakk ikki bóltinum. 2-1. Nú var góða lag á EB/Streymaáskoðarunum og hálvleikssteðgurin kom væl við.
Umframt nevndu mál var ein stórur málmøguleiki í part til liðini.
Í seinna hálvleiki hevði EB/Streymur yvirtakið, hvat ið kjansum viðvíkur. Andras Olsen og Niklas Kruse høvdu tveir kjansir í part. Tó megnaði TB at fáa javnvág í roknskapin tá 70 minuttir vóru leiktir. Samudeen Musah slapp inn í brotsteigin hjá EB/Streymi og fekk bóltin í málið við einum fløtum skoti úr sera spískum vinkli. 2-2.
Nú stóð á gomlum nøglum. EB/Streymaleikararnir fullu tó ikki í fátt. Ein roynd at fáa tyngd í álopið varð gjørd, tá Arnbjørn Hansen bleiv skiftur inn í álopið fyri Gutta Dahl Olsen. Frammanundan var Tóki Johannesen komin inn fyri Bjarka Zachariasen.
Tá einir 87 minuttir vóru leiktir, og tað byrjaði at líkjast einum lunkaðum 2-2 javnleiki, gjørdu okkara í eina sera væl gjøgnumførda atsókn. Ragnar rann móti verjuni og stakk eina góða aflevering inn í brotsteigin til Símun Sólheim. Vinstri vongurin legði bóltin væl til rættis og langaði hann upp í handara málhorn. Hetta var ein ordans forloysing, tó at dysturin ikki var lokin enn.
Nú høvdu vit leiðsluna, og TB royndi sítt við at senda verjuspælarar fram í álopið, men tíbetur fyri EB/Streym stóðu vit ímóti pressinum. Løtu seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð í dystinum.
Hetta var ein arbeiðssigur og yvir alla linjuna tóktist tað sum leikararnir gjørdu sína uppgávu og trúðu upp á tað, hóast vit komu afturum og at TB javnaði okkara leiðslu seint í dystinum. Rói Zachariasen í málinum spældi væl og var sera róligur í teimum aktiónunum, tá ið TB bjóðaði av.
Við sigrinum í dag hevur EB/Streymur tryggja sær í minsta lagi 7. pláss, og leggja nú trýst á ÍF á sætta plássi, tí nú eru liðini bæði jøvn í stigum á 6./7. plássi.
Næsti dystur er ímóti Skála, sum hevði B36 á knøunum leingi hetta umfarið, men til endans tapti 2-1. Drívið á!