Heðin Klakstein til EB/Streym

02. januar 2021

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við 28 ára gamla klaksvíkingin Heðin Klakstein. 

Heðin kemur av Skála, har hann hevur spælt við besta liði seinastu trý árini. Hann hevur drúgvar royndir, og hevur spælt næstan 200 dystir í Betri-deildini og aðrar 100 í 1. og 2. deild og steypakappingini. 

Heðin kann spæla fleiri ymisk pláss í álopspartinum. 

Vit ynskja Heðini og felagnum tillukku við sáttmálanum. Vælkomin til EB/Streym og góða eydnu við komandi avbjóðingum. 


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023