Símun Eliasen venur kvinnurnar

18. januar 2021

EB/Streymur/Skála hevur sett Símun Eliasen sum venjara hjá besta kvinnuliðnum 2021.

Símun spældi í bestu fótbóltsdeildini í fleiri ár, og millum annað var hann við til at vinna steypakappingina við EB/Streymi í 2007.

Sum venjari hevur Símun UEFA A-lisens og hevur drúgvar royndir sum venjari, og úr rúgvuni kann nevnast, at hann í tvey ár stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá ÍF, og eisini hevur hann staðið á odda fyri 1. deild hjá HB í fleiri umførum. Seinast var Símun hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum.

Komandi árið skal Símun saman við Óla Ejdesgaard, Sunnuvá Vesturdal og Per Mikkelsen standa á odda fyri at menna eitt sera ungt og spennandi lið í Betri deildini hjá kvinnum. Ungdómsliðini í feløgunum hava farna kappingarár staðið seg sera væl og vóna vit, at tilgongdin av Símuni eisini kemur at síggjast aftur í yngru deildunum hjá feløgunum.

Vit ynskja Símuni bestu eydnu við komandi avbjóðingunum og gleða okkum til eitt sera spennandi kappingarár!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023