Petur Z heldur eisini fram

21. januar 2021

Hópurin hjá EB/Streymi byrjar nú so smátt at koma uppá pláss. Í kvøld hevur ein av teimum lokalu, Petur Zachariasen skrivað undir nýggjan sáttmála, so hann eisini er EB/Streymari í 2021.

Petur er 25 ára gamal, og leikar fyri tað mesta í høgru verjusíðu. Hann leikti í fjør 16 dystir í Betrideildini. Petur leikti sín fyrsta dyst í Betrideildini í september 2015, og síðani er tað blivið til yvir 90 dystir á fyrstaliði.

Vit ynskja felagnum og Peturi tillukku við sáttmálanum og allarbestu eydnu í komandi kappingarári.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023