B36 - EB/Streymur 2-1

25. apríl 2021

Í dag leiktu B36 og EB/Streymur á Tórsvølli í Betri deildini. Byrjanin var nakað misjøvn, og B36 legði seg fram um 1-0 eftir umleið 10 minuttir, og økti til 2-0, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Málini skutu Bjarki Nielsen og Brian Jacobsen. Vit royndu at svara aftur í seinna hálveliki, og minkaðu um munin til 2-1, tá Símun Sólheim í einum væl gjøgnumspældum álopi setti bóltin í netið. Hetta var, tá ið einir 78 minuttir vóru leiktir.

EB/Streymur kom nógv betur út til seinna hálvleik, pressaðu B36 longri frammi og fingu skapt fleiri støður og kjansir. Seint í dystinum sendi Petur Zachariasen bóltin á tvørtræið, ólukkutíð fór bólturin ikki inn í málið. Vit høvdu eisini eina støðu, har ið sami Petur hegnisliga sneiddi bóltin upp í málhornið, men linjuverjin hevði flaggið uppi fyri rangstøðu.

B36 fekk ein mann riknan av vølli, sum fekk seinna gula kortið í seinna hálvleiki, og so ætlaði EB/Streymur sær at skora okkurt málið afturat. Tað hevði verið stuttligt við einum stigi í dag á útivølli móti B36. Onkuntíð, meðan vit vóru í yvirtali, sendu vit langar bóltar fram í álopið. Hetta tóktist ikki gerast eins vandamikið sum ætlanin var. Í støðuni, har vit minkaðu um munin, spældu vit út í vinstra borð, menn spældu hegnisliga saman. Hetta vísir, at um vit geva okkum stundir, hyggja upp og renna okkum fríar, so duga vit væl at spæla bólt.

Teir, ið vórðu skiftir inn hesaferð vóru Heðin Klakstein, Jákup Hummeland og Andras Olsen, sum royndi seg langt frammi á vøllinum. Samanumtikið kunnu vit taka okkurt við frá dystinum í dag, og mikukvøldið spæla vit í Sørvági ímóti 07 Vestur, sum liggur eitt vet omanfyri EB/Streym á tabellini. Maður fer av húsi vestur í Vágarnar at stuðla EB/Streymi mikukvøldið. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023