KÍ varð ein ov stórur biti

02. august 2021
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Í kvøld leiktu EB/Streymur og KÍ Betrideildardyst í Hólmanum á Eiði, og útiliðið fekk øll fýra málini, sum komu í dystinum.

KÍ legði seg á odda longu í sætta minutti, tá Páll Klettskarð heldur tilvildarliga gjørdist fríur í okkara brotsteigi, og skoraði trygt. Burtursæð frá hesum skaptu gestirnir lítið frammanfyri málið í fyrra hálvleiki. Samanumtikið ein skilagóður hálvleikur hjá EB/Streymi.

Í seinna hálvleiki vísti KÍ hví teir eru oddalið í Betrideildini. Tá umleið ein tími var spældur vildi Árni Frederiksberg upp í part í málskjótingini, og sami Árni gjørdi tað til 3-0 við beinleiðis frísparki, tá eitt korter var eftir vanligu leiktíðini. Síðsta málið fekk Jákup B. Andreasen í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Tað var eitt heldur øðrvísi EB/Streymalið, sum spældi frá byrjan hesaferð, í mun til í Sørvági 27. juli. Ymisk viðurskifti gera seg galdandi, men okkara leikarar skulu eiga, at maður kemur í mans stað, og leikararnir kunnu røkja ymisk pláss eftir tørvi. KÍ hevur eitt krútsterkt lið og fremst í kappingini, og EB/Streymur liggur á sætta plássi, nakað framman fyri ÍF, B68 og 07 Vestur - og TB, sum við ósigri á B68 í dag, alt meira líkist einum niðurflytara. 

Teir, ið mannaðu liðið í dag vóru: Rói Zachariasen í mál, Heðin Klakstein, Rói Olsen, Árni G. Olsen og Ári Arge í verjuni. Á miðjuni vóru Ragnar Danielsen, Elias El Moustage, Tóki Johannesen, Jóhann Hansson Joensen og Símun Sólheim. Fremstur var Ronni Møller-Iversen.

Venjarin gjørdi tríggjar skiftingar í seinna hálvleiki, og tá komu Niklas Kruse, Sverri Mariusarson og Jákup Hummeland inn.

Sum heild var leikluturin hjá okkara spælarum sum mest at standa í verjustøðu í dag, og í stórum pørtum av dystinum eydnaðist væl at spæla okkum út úr trýstinum. Tó var eyðsýnt, at KÍ á degnum varð ein ov stórur biti hjá okkum.

Næsti dystur hjá EB/Streymi verður móti B68 á Toftum sunnudagin 8. august.

Drívið á!


Seinastu tíðindi

TB-dysturin útsettur
21.09.2021
Fimm EB/Streymarar í U21-bruttohópinum
21.09.2021
HB vann tryggan sigur til endans
19.09.2021
Kærkomin sigur á ÍF
12.09.2021
Stuðulsrenning
06.09.2021