Trý týdningarmikil stig í Trongisvági

22. oktober 2021

Hósdagin var ein útsettur dystur í Betri deildini, tá TB og EB/Streymur leiktu við Stórá í Trongisvági. Dysturin farna vikuskifti endaði við greiðum sigri til EB/Streym, men hesaferð var úrtøkan 1 mál móti ongum.

Tað var Jóhann Hansson Joensen, ið sendi bóltin í netið við góðum skoti tá eitt lítið korter restaði av vanligu leiktíðini. Ragnar Danielsen legði upp. Liðini fingu eitt gult kort í part.

Við sigrinun eru vit í skrivandi stund a sætta plássi, framman fyri 07 Vestur uppá málmun. Vit møta KÍ næst, og síðan B68 í seinasta umfarinum. Sjálvt um føroyameistararnir eru funnir, so hómast onkur spenningur um 4. pláss og møguliga evropeiska luttøku, alt eftir hvussu tað gongst í kappingini um Løgmanssteypið.

Tað er ikki til at vita, hvussu leikur fer í seinastu umførunum, men við hørðum arbeiði og dirvi at leypa á, so fáa vit við hepni skavað okkurt stig til okkara afturat. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023