Fimm EB/Streymarar í U21-bruttohópinum
21. september 2021
U21-landsliðið, sum herfyri gjørdi eitt bragd við at spæla javnt móti Fraklandi, skal aftur í eldin í oktober, tá tveir dystir eru á skránni. Tann 7. oktober er heimadystur móti Norðurmakedónia í Klaksvík og 12. oktober útidystur móti Ukraina.
Landsliðsvenjarin Sámal Erik Hentze hevur úttikið bruttohópin til hesar báðar dystirnar, og millum teir úttiknu eru fimm úr EB/Streymi. Umframt Símun Sólheim og Elias El Moustage, sum báðir vóru við móti Fraklandi eru Mikkjal Hellisá, Gutti Dahl-Olsen og Ári Arge eisini úttiknir.
Endaligi hópurin verður úttikin mánadagin 27. september.
Vit ynskja okkara monnum og U21-landsliðnum bestu eydnu.
Seinastu tíðindi
Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025